KS3 hevur 22 seingjarpláss umframt 1 bráfeingis-, 4 dagskurð- og 3 viðrakningspláss. Deildin er ein blandað skurð og medisinsk seingjar og móttøkudeild.
Undir innleggjan kann koma fyri, at tygum verða flutt/ur úr eini stovu í aðra, um tørvur er á hesum. Innkallaðir sjúklingar skulu møta í móttøkuni, ið er á deild KS3.
Stovugongd
Stovugongd er dagliga á deildini. Møguleiki er eisini at avtala tíð til samrøðu við ein lækna.
Viðgerð og Kanningar
Fara fram fyri tað mesta fyrrapartin. Sjúklingar møta fastandi á deildina kl 07:30 og vera móttiknir av einum sjúkrarøktarfrøðingi sum ger teir klárar til skurðviðgerð. Flestu sjúklingar vera útskrivaðir sama dag.
Innlagdir sjúklingar verða vaktir kl 07:15. Har tørvur er á tí, verður mált blóðtrýst, puls, temperatur og blóðroyndir tiknar.
Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálparar og heilsuatstøðingar, sum veita sjúkrarøkt og vegleiða tygum um livihátt og fyribyrgjan í samband við sjúku og heilsu.
Máltíðir
Fyri uppigangandi sjúklingar er máltíðin í uppihaldsstovunum. Seingarliggjandi sjúklingar fáa matin bornan inn á stovuna.
Morgunmatur
|
|
kl. 08:00 - 09:00
|
Døgurði
|
|
kl. 12:00 - 13:00
|
Miðmáli
|
|
kl. 14:00 - 15:00
|
Nátturði
|
|
kl. 17:00 - 18:00
|
Kvølddrekka
|
|
kl. 20:00 - 21:00
|
Sølubúð
Í kantinuni er lítil sølubúð, ið selur góðgæti o.a., tó ikki bløð. Yrkadagar er opið kl. 08:00 - 10:00 og 11:30 - 13:00. Tey føroysku bløðini koma á deildina. Sjúklingar, ið koma til ambulanta við-gerð, kunnu keypa døgurða í kantinuni.
Frisør og fótarøkt
Møguleiki er at umbiððja tíð til frisør og fótarøkt, men mugu tygum sjálv/ur bera kostnaðin.
Royking
Klaksvíkar Sjúkrahús er roykfrítt økið.
Útvarp og sjónvarp eru á flestu stovum.
Andakt
Hvønn sunnumorgun er andakt úti á gongini kl. 10:15.
Virðislutir
Sjúklingurin hevur sjálvur ábyrgd av peningi og virðislutum, sum hann hevur við sær á sjúkrahúsið.
Vitjunartíð
Er frá kl. 15:00 - 16:00 og 19:00 - 20:00. Vitjan í úrtíð skal avtalast við starvsfólkið.
Hvílitími
Er frá kl. 13:00 - 14:00
Heilivágur
Teir sjúklingar, ið nýta heilivág, fáa hann útleveraðan. Um tygum nýta heilivág verða tygum biðin um at taka hann við.
Fasta
Teir sjúklingar, ið skulu fasta til viðgerðir ella kanningar dagin eftir, byrja at fasta á midnátt, tvs.hvørki eta, drekka, roykja ella nýta tyggigummi.
Blómur
Avskornar og turkaðar blómur kunnu vera á deildini, ikki plantur við mold.
Viðrákning
Teir sjúklingar, sum verða skurðviðgjørdir, koma inn í viðrakning aftaná skurð og verða ansaðir av sjúkra-røktarfrøðingi.
Telefonir
Til ber at ringja á telefon 40 45 53 fyri at tosa við deildina.
Ynskja avvarðandi at ringja til tygum, er telefonnumrini:
40 45 50, ið verður nýtt eftir avtalu við sjúkrarøktarfrøðingarnar
|