Virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Klaksvíkar Sjúkrahús er altíð opið fyri sjúklingum við akuttum sjúkum og skaðum, og skaðastovan er opin alt døgnið.
Við næstan 120 árum á baki, hevur sjúkrahúsið sermerkt seg við at ganga undan, tá ið tað kemur til nýggjar kanningar- og viðgerðarhættir í føroyska heilsuverkinum. T.d. hevur ortopædisk skurðviðgerð síðani fyrst í sjeyti talinum verið eitt eyðkenni fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.
Harafturat hevur Klaksvíkar Sjúkrahús altíð roynt at menna og breiðka um sítt virksemi. Umframt tveir settir skurðlæknar, ein medisinara og hjálparlæknar, vitja fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum, hesir taka sær av trupuleikum inna akslar, hendur, knø, mjadnar og urologi.
Landsfevnandi svøvnambulatorium er nýliga staðsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Sjúkrahúsið kann tí bjóða seg fram á fleiri økjum, t.e. regluligar kanningar og viðgerðir innanfyri ortopædi, almenkirurgi, urologi, akslakirurgi, hondkirurgi, knækirurgi, kikarakanningar í búki, kikarakanningar í magasekki, kikarakanningar í tjúkktarmi, kikarakanningar í knøum, kikarakanningar í akslum, smærri og størri skurðviðgerðir í búki. Í 2015 varð byrjað at viðgerða fyri nýrastein, t.v.s. sokallað nýrasteinsknúsing.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eitt stórt ambulatorii virksemi, har for- og eftirambulatorium av skurðviðgjørdum sjúklingum fer fram. Eisini er skaðaambulatorium, kirurgisk ambulatorium, ortopædisk ambulatorium, medisinsk ambulatorium, svøvnambulatorium, diabetesambulatorium, lungnaambulatorium, sárambulatorium v.m.
Rannsóknarstovan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi vitjar regluliga í Eysturoynni, í Gøtudali og í Runavík. Virksemið er sera nógv økt síðstu árini. Við góðum ferðamøguleikum eru tað eisini fleiri og fleiri sjúklingar, ið møta beinleiðis á rannsóknarstovuni á sjúkrahúsinum. Innan røntgen sæst eisini, at góða ferðasambandið hevur økt um virksemið á deildini.
Á sjúkrahúsinum er vælútbygd fysiurgisk deild, sum tænir bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum.
|