Terapideildin
Deildarleiðari: Benadicta Ellingsgaard
Telefon: 404668
Opið: Mánadag til Fríggjadag kl. 08:00 - 16:00
Á deildini starvast: 8 fysioterapeutar, 2 ergoterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur og 1 audiologopedur.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9 seingjarplássum. Yvirskipað verður endurvenjingin skipað sum ein liður í eini rehabiliterandi tilgongd í tvørfakligum samstarvi við starvsfólkini á seingjardeildini.
Innlagdir sjúklingar
Innlagdir sjúklingar fáa endurvenjing, um læknalig ávísing fyriliggur. Hesir sjúklingar eru úr ymiskum sjúklingabólkum.
Rehabiliteringin verður skipað av einum tvørfakligum toymi, sum velur ein kontaktpersón frá seingjardeildini og ein frá terapideildini. Tvørfakligur fundur verður hildin eina ferð um vikuna.
Áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður verður mett um tørvur er á hjálpartólum, og um neyðugt verður heimavitjan gjørd. Um tørvur er á tí verða hjálpartól bíløgd.
Í tøttum samstarvi við ávíkavist eldrasamtøkini/kommunurnar og Almannaverkið tryggja vit, at sjúklingar, ið hava tørv á tí fáa víðari endurvenjing í nærumhvørvinum. Allir sjúklingar fáa eina endurvenjingarætlan við sær heim.
Ambulant endurvenjingartilboð
Sjúklingar, sum eru útskrivaðir, kunnu halda fram við ambulantari endurvenjing, um tørvur er á tí, í eitt avmarka tíðarskeið.
Sjúkrahúslækni, og í summum førum kommunulækni, kann ávísa til ambulanta viðgerð/endurvenjing á terapideildini.
Petö venjingar:
Petö venjingar eru ætlaðar børnum í aldrinum uml. 6mdr -14 ár sum hava cerebral paresu (CP). Venjingarnar vera á tí støði har barnið er, soleiðis at man fær motivera barnið til at vera aktivt við í venjingunum. Eftir besta førimuni verður miðja ímóti at barnið ger øvilsini sjálvstøðugt, tey verða tí býtt sundur í smærri bólkar eftir hvat støði og aldur tey eru á.
Konduktiv pedagogik er at arbeiða við nátúrligu útviklingini hjá børnum, og tí er skeiði útvikla útfrá teirra sjón. Petö venjingarnar gjøgnum skeiði, eru øvilsir sum eru simpul og ikki krevja nógv reiðskap, men at arbeiða við at brúka kroppin sum tann nátúrliga útviklingin er. Í tí føri, har barnið ikki kann gera øvilsini, læra tey kompenserandi øvilsir sum líkjast mest møguligt. Meginparturin av skeiðnum verður leitt av einum útbúgvnum Petö instruktøri. Við Terapeut/Pædagog til at hjálpa.
Meginparturin av venjingunum vera framdar ígjøgnum spøl og sangir við øvilsum, soleiðis at børnini kenna øvilsini aftur. Børnini verða uppfordrað og útfordrað til at tey brúka allan kroppin fyri at styrkja teirra veiku síðu eins nógv sum hina síðuna. Foreldrini/stuðulin eru ein partur av venjingini, soleiðis at tey fáa eina vitan um, hvussu tey kunnu arbeiða víðari heima.
Tá skeiðið er loki fáa foreldur at barninum eitt skriv, har tað verður tikið saman um hvussu tað hevur gingist á skeiðnum, samstundis fáa tey eitt papír við nøkrum øvilsum, sum vendir sær til teirra barn. Venjingin er alt nakað, ið børnini brúka í dagligdegnum, og tí leggur skeiðið seg eftir, at foreldur og børn venja víðari tá tey fara heim, soleiðis at útviklingin ikki endar eftir skeiðið.