FYSIOTERAPI / ERGOTERAPI
Telefon: 404668
Opið: Mánadag til Fríggjadag kl. 08:00 - 16:00
Fysiurgisk deild liggur á gøtuhædd á sjúkrahúsinum
Leiðandi fysioterapeutur: Benadicta Ellingsgaard
Á fysiurgisku deild fæst fysioterapi og ergoterapi.
Á deildini arbeiða 5 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 hjálparfólk.
Fysio-og ergoterapi verður givin eftir læknaávísing.
Endamálið við ergo- og fysioterapi er:
At sjúklingurin fær førleika til ein so góðan og sjálvstøðugan gerandisdag, sum til ber. Harafturat skulu ergo- og fysioterapeutar vera við til at betra ella varðveita heilsuna hjá fólki alment.
Ergoterapeutisk tilboð:
- Førleikavenjingar:
- Fysio-og ergoterapi verður givin eftir læknaávísing. Tó kanst kommunulæknar bert ávisa beinleiðis til heitvatnsvenjing, paraffin- og sandviðgerð.
- ADL venjingar (gerandis aktivitetir) - sum kunnu vera persónligt reinføri, í og úrlæting, eting og heimavenjingar annars.
- Mentalar venjingar (eftir heilaskaða): kann verða venjingar í orientering, koncentratión, kropsuppfatan og rúmfatan.
- Venjingar annars: rørslur, styrki, sansastimbran, koordinatión, ødemviðgerð, balansa, grov- og fínmotorik.
- Hita- og kuldaviðgerð.
- Ergonomiskar venjingar og vegleiðingar.
- Roynd, tillagan og útflýggjan av hjálpartólum.
- Heimavitjanir í samband við hjálpartól og møguligar broytingar.
- Vegleiðing av sjúklingum, avvarandi og øðrum fakbólkum.
- Andlitsviðgerð. Stimbran av vøddum, etingar- og svølgtrupuleikum.
Útgerð:
Ergoterapeuturin hevur hølir við ymiskum venjingaramboðum. Køkur og baðirúm er tiltaks á sjúkrahúsinum sum venjingarhølir. Harafturat er sandkassi og parafin á deildini.
Fysioterapeutisk tilboð:
- Uppvenjing so sum balansu-, styrki-, rørslu-, koordinatións- og førleikavenjingar. Hesar venjingar verða givnar bæði til einstaklingar og bólkar.
- Handaviðgerð.
- Ergonomiskar venjingar og vegleiðingar.
- Roynd, tillagan og útflýggjan av hjápartólum.
- Heitvatnsvenjing.
- Lungnaterapi.
- Vegleiðing av sjúklingum, avvarandi og øðrum fakbólkum.
- Hita- og kuldaviðgerð.
- Heimavitjanir í samband við hjálpartól og møguligar broytingar.
- El. Viðgerð.
Útgerð:
Fysioterapien hevur hølir við ymiskum venjingaramboðum so sum súklur, stepparar, balansubrettir, steppbonkar og venjingarmaskinur og viðgerð tól sum Ultraljóð, Stuttbylgju, TNS og Laser. Umfremt eru ein fimleikasal til taks á sjúkrahúsinum.
Harafturat hava vit ein heitvatnshyl har vatnið er 34-36 gradir. Hylurin er umleið 4x6 metur og er 1,4 metur djúpur. Øll fólk ið hava ávísing frá einum hvørjum lækna, kunnu nýta hylin.
Petö venjingar:
Petö venjingar eru ætlaðar børnum í aldrinum uml. 6mdr -14 ár sum hava cerebral paresu (CP). Venjingarnar vera á tí støði har barnið er, soleiðis at man fær motivera barnið til at vera aktivt við í venjingunum. Eftir besta førimuni verður miðja ímóti at barnið ger øvilsini sjálvstøðugt, tey verða tí býtt sundur í smærri bólkar eftir hvat støði og aldur tey eru á.
Konduktiv pedagogik er at arbeiða við nátúrligu útviklingini hjá børnum, og tí er skeiði útvikla útfrá teirra sjón. Petö venjingarnar gjøgnum skeiði, eru øvilsir sum eru simpul og ikki krevja nógv reiðskap, men at arbeiða við at brúka kroppin sum tann nátúrliga útviklingin er. Í tí føri, har barnið ikki kann gera øvilsini, læra tey kompenserandi øvilsir sum líkjast mest møguligt. Meginparturin av skeiðnum verður leitt av einum útbúgvnum Petö instruktøri. Við Terapeut/Pædagog til at hjálpa.
Meginparturin av venjingunum vera framdar ígjøgnum spøl og sangir við øvilsum, soleiðis at børnini kenna øvilsini aftur. Børnini verða uppfordrað og útfordrað til at tey brúka allan kroppin fyri at styrkja teirra veiku síðu eins nógv sum hina síðuna. Foreldrini/stuðulin eru ein partur av venjingini, soleiðis at tey fáa eina vitan um, hvussu tey kunnu arbeiða víðari heima.
Tá skeiðið er loki fáa foreldur at barninum eitt skriv, har tað verður tikið saman um hvussu tað hevur gingist á skeiðnum, samstundis fáa tey eitt papír við nøkrum øvilsum, sum vendir sær til teirra barn. Venjingin er alt nakað, ið børnini brúka í dagligdegnum, og tí leggur skeiðið seg eftir, at foreldur og børn venja víðari tá tey fara heim, soleiðis at útviklingin ikki endar eftir skeiðið.