COVID-19 kanningar í Klaksvík flyta oman á Faktorveg, frá mánadegnum 23. november 2020
Teltið, har Covid-19 toymið hevur gjørt kanningar, orkaði ikki at standa ímóti vindinum fríggjakvøldið. Kanningartoymið harmast um hetta, tið hetta hevur riggað væl og vit hava verið glað fyri at havt hesa tænastuna so nær við sjúkrahúsið. Men nú í morgin verður tænastan flutt.
Covid-19 kanningarstøðin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið flytir oman á kaiina. Kanningarnar verða nú gjørdar ið sunnara enda á bygninginum, har Kryvjing var. Á myndunum niðanfyri sæst, hvussu koyrt verður til kanningarøkið og eisini, hvussu koyrt verður, tá komið er oman til kanningarøkið.
Potað verður soleiðis: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 9 til 11.
Mint verður á, at øll sum skulu kannast, mugu bíleggja sær tíð frammanundan, á https://corona.fo/kanningar. Tá tú hevur bílagt tær tíð, fært tú eina kvittan sendandi á telefonina. Umráðandi er at hava hesa kvittan við.
Møtið stundisliga, so bíðirøðin ikki blívur óneyðuga long.
Bíðirøðin verður eftir Faktorsvegi, so bilar, ið ikki skulu í bíðirøðina til Covid-19 kanning, mugu finna aðra farleið teir tímar, kanningar verða gjørdar.
Um tit ivast, hvussu tit koma til kanningarøkið, so eru tit altíð vælkomin at ringja til móttøkuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi á tel. 45 45 45, tey vegleiða fegin. Vinarliga haldið okkum til góðar, um byrjunartrupulleikar stinga seg upp.
Vit vilja takka Klaksvíkar kommunu og Hanus Hansen fyri góða samstarvið.
Ansið væl eftir hvørjum øðrum, øll somul!