Forstjórin fyri sjúkrahúsverkið byrjaður í starvinum
Í dag er Jóanis Erik Køtlum byrjaður í starvinum sum forstjóri fyri føroyska sjúkrahúsverkið og sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Fyrstu dagarnar fara við innleiðslu, har hann kemur at seta seg inn í leiðsluuppgávur á Landssjúkrahúsinum, fíggjarviðurskifti, hitta depilsleiðslur og vitja á klinisku deildunum. Seinni í mánaðinum er ætlanin at vitja á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hóast nýggi stjórin hevur starvast á Landssjúkrahúsinum áður, er nógv at seta seg inn í. Somuleiðis er ein stór uppgáva fyri framman, saman við stjórunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, at fáa samskipað alt sjúkrahúsvirksemið í Føroyum.
Jóanis Erik Køtlum hevur áður arbeitt 15 ár í føroyska heilsuverkinum, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Heilsumálaráðnum, og hevur millum annað verið við til at menna Talgildu Heilsuskipanina, sum verður nýtt til skráseting av sjúklingaupplýsingum. Hann kennir tí væl til grundleggjandi KT amboð, sum verður nýtt í sjúkrahúsverkinum.
Harumframt hevur hann starvast sum stjóri fyri samlaða heilsuverkið í Grønlandi.
Jóanis Erik Køtlum er útbúgvin Cand. Merc. í búskaparfrøði við fíggjarstýring sum sergrein.
Nýggi forstjórin er vorðin stjóri hjá uml. 1100 starvsfólkum í føroyska sjúkrahúsverkinum.