Koronutilmælir í Sjúkrahúsverkinum
Vitjandi kunnu koma á sjúkrahúsið sum vanligt. Tó skulu fólk, ið hava verið uttanlands, ikki koma at vitja á sjúkrahúsinum, fyrr enn staðfest er, at koronukanningin á 4. degi er negativ.
Tað krevst eingin negativ koronukanning áðrenn skurðviðgerð ella aðra viðgerð og kanning í Sjúkrahúsverkinum.