Kunning um Corona (COVID-19)
Síðani desember 2019 hava verið fleiri tilburðir av coronavirus í Kina, sum ikki áður hava verið at sæð hjá menniskum. Síðani er virusið staðfest í nógvum øðrum londum. Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi hin 11. februar 2020, at nýggja coronavirusið fekk heitið COVID-19 (Corona Virus Disease 2019).
Teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í Wuhan í Hubei-landslutinum í eystur Kina. Tey smittaðu hava havt somu sjúkueyðkenni sum við lungnabruna: fepur, turran hosta og í summum førum trupulleikar við andaleiðini. Tað hava tó eisini verið tilburðir fleiri við coronasmittu, har sjúkueyðkennini hava verið mildari.
Spurningar og svar um coronavirus (á donskum)
Sjúkrahúsverkið er til reiðar
Heilsumyndugleikarnir fylgja væl við gongdini og eru til reiðar um ein tilburður verður staðfestur í Føroyum. Í Føroyum eru tað danska Heilsustýrið og Landslæknin, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri tilbúgvingini á heilsuøkinum. Heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum Sjúkrahúsverkið fylgir.
Í Sjúkrahúsverkinum eru neyðugar fyrireikingar gjørdar og kunnað er innanhýsis um hvussu starvsfólkini skulu handfara møguligar støður við coronavirus hjá sjúklingi. Hetta snýr seg um nær vandi er fyri at persónar hava smittuna, hvussu kannað verður og hvussu starvsfólkini skulu vera um sjúklingarnar.
Danska heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen) hevur latið eina beinleiðis telefonlinju upp, ið kann nýtast av bæði heilsufakfólki og vanligum borgarum.
Telefonin svarar dagliga millum 7:30 og 14:30 føroyska tíð.
Telefonnummarið er +45 72 22 74 59.