Leiðreglur um vitjandi og vitjanartíðir á seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Tað ber til at vitja á seingjardeildini, men bert um avtala er gjørd um hetta frammanundan. Ring 454545 og ger avtalu um vitjanartíð.
• Vitjandi og avvarðandi skulu halda tilmælini um reinføri og frástøðu.
• Kennir ein seg sjúkan, skal ein ikki koma at vitja.
• Hevur tú verið uttanlands, skalt tú bíða í 7 dagar, áðrenn tú kemur at vitja á sjúkrahúsinum.
• Halt eyga við kunnandi uppsløgunum inni á sjúkrahúsinum.