LÆR UM SCLEROSU
Her kanst tú kunna teg um 2 tiltøk - tað eina er fyri borgarar við sclerosu og tað annað er fyri avvarðandi:
Fyri borgarar við sclerosu
Í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosehospital og Sclerosufelagið í Føroyum skipar Klaksvíkar Sjúkrahús fyri einum tiltaki fyri borgarar við sclerosu – avvarðandi eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Komið og hoyrið eina framløgu um Multipel Sclerose (MS). Til ber at fáa umfatandi heildarvitan um sjúkuna, orsakir og viðgerðir. Somuleiðis hvørji sjúkueyðkenni kunnu standast av MS, og hvussu tann sjúki fær viðgerð og linna. Harumframt fært tú innlit í, hvat MS-endurmenning er, og hvussu hon kann verða tikin inn í gerandisdagin og lívið við MS.
Høvi verður undir framløguni at seta spurningar um sjúkuna sum heild, og hevur tú ella tit brúk fyri gjøllari frágreiðing viðvíkjandi annaðhvørt likamligum avbjóðingum ella orku- og kognitivum trupulleikum ella avbjóðingum viðvíkjandi persónligum tørvi – so verður ein felags ½ tími til hetta aftaná við teimum trimum bólkunum – fysioterapeuti, ergoterapeuti, heilsurøktara/sjúkrarøktarfrøðingi. Møguligt er bara at velja eitt fakøki eftir framløguna.
Framløga: 1½ tími íroknað stuttan steðg
Faklig uppfylging eftir framløguna: ½ tími
NÆR OG HVAR
Mánadag 2. november og týsdag 3. november kl. 9 til kl. 11.30 í felagshøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Vit bjóða kaffi, te og morgunbreyð.
TILMELDING
Tiltakið er fyri borgarar og avvarðandi, sum hava sjúkuna tætt inn at lívinum. Tilmelding er neyðug vegna Covid-19 farsóttina. Boða frá luttøku við at ringja á telefon 454545 ella sendateldupost til ks@ks.fo.
Tey, ið melda seg til tiltakið, skulu viðmerkja:
- Navn/nøvn
- Telefonnummar
- Hvønn dag tú/tit vilja luttaka
- Viðmerkið “tiltak fyri borgarar”
Avmarkað pláss. Klaksvíkar Sjúkrahús váttar fyri luttøku.
Fyri avvarðandi
Í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosuhospital skipar Klaksvíkar Sjúkrahús fyri einum tiltaki fyri avvarðandi, ið hava tætt samband við borgarar við sclerosu.
Kom og fá greiðu á, hvussu MS kann ávirka tann sjúka og teg í gerandisdegnum.
Til ber at fáa eina umfatandi heildarvitan um MS. Eisini kunnu spurningar setast um tað, tú sum avvarðandi hjá einum við MS upplivir, sum fyllir í gerandisdegnum og lívi tykkara. Kom og hitt onnur avvarðandi og hoyr, hvussu tey greiða gerandisdagin og lívið við MS.
Her ber eisini til at fáa kunning um, hvussu okkara kynslív verður ávirkað av lívskorum, og serliga hvussu MS kann ávirka kynslív og parlag.
Framløgan verður yvirskipað um MS, men viðmerkingar og spurningar eru altíð vælkomnir í plenum ella til røðaran aftaná.
Framløguna hevur Janni Eibye, sjúkrarøktarfrøðingur við 14 ára royndum í MS. Hon er eisini útbúgvin kontinenssjúkrarøktarfrøðingur og serfrøðingur í kynslívsráðgeving.
NÆR OG HVAR
Mikudag 4. november kl. 16 í felagshølini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott afturvið.
TILMELDING
Tiltakið er fyri avvarðandi. Tilmelding er neyðug vegna Covid-19 farsóttina. Boða frá luttøku við at senda teldupost til ks@ks.fo.
Tey, ið melda seg til tiltakið, skulu viðmerkja:
- Navn
- Telefonnummar
- Viðmerkja “mikudag, avvarðandi”
Vilja tit hava nærri kunning, ber til at ringja 454545.
Avmarkað pláss. Klaksvíkar Sjúkrahús váttar fyri luttøku.