Møguligt verkfall á donsku sjúkrahúsunum
Danska sjúkrahúsverkið fyrireikar seg til eitt møguligt verkfall 4. apríl.
Í fyrstu atløgu verður akutt viðgerð ikki ávirkað, og skuldi verkfallið blivið hert, fara sjúkrahúsini altíð at viðgera lísvneyðugar viðgerðir. Tað ber til at lesa meira um verkfallið á
Vit vita enn ikki hvussu hetta fer at ávirka føroyskar sjúklingar. Vit fylgja støðuni neyvt, og kunna okkara sjúklingar, so skjótt vit vita nærri. Sum nú er, planleggja vit í føroyska sjúkrahúsverkinum sum vanligt.
Sjúklingahotell Tórshavn verður ikki rakt av verkfallinum.