Sjúkrahúsini lata uppaftur fyri vitjandi
Seinastu tíðina hava sjúkrahúsini havt afturlatið fyri vitjandi. Hesar avmarkingar fara úr gildi í mánadagin 18. januar, tá sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi. Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu tó ikki koma á sjúkrahúsi fyrr enn tey hava fingið negatist svar uppá koronukanningina á sætta degi.
Tá koronasmittan tók seg upp aftur um jóltíðir vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevði millum annað við sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum.
Tamarhald tykist tó vera á smittuni og nýggju tilburðirnir hava hug at fækkast, og tí hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta úr gildi tiltøkini. Tekur smittan seg upp aftur, kunnu tillagingar aftur koma fyri.
Mint verður á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.