Vit lata nú varisliga upp aftur
Góða gongdin, við alt færri koronasmittu, hevur við sær, at sjúkrahúsini nú aftur kunnu fara undir at gera fleiri viðgerðir og kanninga.
Eins og alt samfelagið fóru eisini sjúkrahúsini niður í ferð á Grækarismessu fyri at minka um smittuvandan. Tí hava nógvir sjúklingar hesa seinastu tíðina fingið boð um at tíðin til kanningina ella viðgerðina er blivin útsett.
Ikki full ferð beinanvegin
Ambulatoriini lata varisliga upp fyri kanningum og viðgerðum. Kortini ikki við fullari ferð, tá ambulatorii mugu fylgja almennu tilmælunum um reinføri og fjarstøðu. Tað merkir eitt nú, at ikki ov nógv fólk kunnu savnast í bíðirúmum og serligur dentur verður lagdur á at vaska og spritta hendur, tá fólk koma á sjúkrahúsini.
Tað er framvegis neyðugt at avmarkað talið av vitjani og eisini talið av avvarandi, sum koma við sjúklinginum á sjúkrahúsið. Sjúkrahúsini harmast um støðuna, endamálið er at minka um smittuvandan millum sjúklingar og starvsfólk.