Seinna Petö-endurvenjingarskeið 2023 verður í viku 35, 36 og 37
Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0
til 14 ár.
Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri
at betra um, ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.
Tilmelding fer fram við at ringja 404668 ella 235467.
Tilmeldingarfreistin er 21. august
Um ein ynskir, fyri fyrstu ferð, at koma við til venjingarskeiðið, er neyðugt við ávísing frá
barnalækna.
Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.
Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið
dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið
eftirfylgjandi kann gera dagliga.
Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt at børnini megna at arbeiða í bólki.
Tit eru vælkomin at ringja um tit ivast í, um tilboðið passar til títt barn.
Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini
á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.